Formannsfrágreiðing 2021
2021 var eitt meir at kalla friðarligt ár hjá føroyingafelagnum. Fleiri tiltøk blivu avlýst. Harímillum ræstkjøtaveitslan og jólahugnin. Aðalfundurin bleiv fyrst hildin í juni mánaða. Hann bleiv hildin saman við einari lítlari hugnaløtu, har ogur høvdu bestilt smyrjubreyð til felagsborðhald.
Alt í alt ein hugnaligur dagur, sum tó byrjaði nokkso kaotiskt. Formaðurin hevði nemliga blaka lykilin til kulturhúsið, har fundurin skuldi haldast, vekk. So nevnd og fundarfólk máttu í ógvusligum hasti flytast til eina aðra lokatión í býnum. Ná men tað eydnaðist at finna annað stað og lykilin ER komin afturíaftur.
Á aðalfundinum bleiv ein lítil lógarbroyting framd, soleiðis at limaskapur nú kann teknast ígjøgnum alt árið í staðin fyri einans í 1. Hálvfjóringi. Av tí at ongin Alfundur var í 2020, pga av Koronu, var øll nevndin á vali í 2021. Ogur avgjørdu tí, fyri at hava somu rytmuna sum vanligt í nevndini, at tey sum áttu at verið á vali í 2020, skuldu veljast fyri 1 ár og tey sum vóru á vali í 2021, so skuldu veljast fyri 2 ár. Hjalti, Sonja og Dagmar tóku øll móti afturvali fyri eitt ár og Dagnhild, Hannemia og eg sjálv vóru á vali fyri 2 ár. Dagnhild og “mig selv” sagde hunden tóku við afturvali, meðan Hannemia bar seg undan.
Beint aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við einans 5 limum. Ongin var at traðka í skógvarnar hjá Hannemiu. Kanska teir vóru ið so niðurtraðkaðir, aftaná 24 ár í nevndarsessinum. Dagnhild bleiv vevstjóri og vinnings-samskipari. Hon hevði beint undan aðalfundinum boða mær frá, at hon fegin vildi vera ein partur av nevndini, men at hon hevði fingið arbeiði í Føroyum tað komandi árið, og at hon tískil bleiv nevndarlimur “in absentia”, størsta partin av tíðini. Ogur blivu einigar um at prøva. Nógv av hennara arbeiði er á teldu og har kann man jú sita hvar sum helst. Tað hevur fungera nøkurlunda, men er ikki optimalt. Hon manglar so eisini her í dag. Hjalti gjørdist, sum ikki einaferð skrivari, Sonja Kassameistari, Dagmar næstformaður og eg sjálv, ja tað kunnu tigur so nokk rokna út. 2 tiltakslimir blivu eisini valdir og blivu tað Inga Joensen og Marjun Vinter sum báðar hava verið ordiliga raskar at traðka til.
Tað seinna tiltakið sum var í 2021, var heystveitslan. Hon bleiv væl vitjað. 78 fólk høvdu tekna seg, so ogur vóru uml. 90 fólk hendan heystardagin í Sinding. Ogur fingið, um je sjálv skal siga tað, fantastiska lekkran mat, grilla lambstjógv og kálvafilet við deiligari buffet til. Jógvan Jacobsen tók ser av undirhaldinum undir borðhaldinum og kom hann gott frá tí og Hans Jacob Hjelm og ein av hansara vinmonnum, spældu til dans. Dansigólvið var væl vitja alt kvøldið og náttina við.
Eitt hugnakvøld var eisini á breddanum i novembur mánaða, men tað bleiv eisini avlýst vegna ov lítla undirtøku
Seinasta tiltakið skuldið havt verið jólahugnin, men hann bleiv tíverri avlýstur í síðstu løtu, orsaka at táverðandi korona-tilmælunum og støðuni sum hon var. Ogur settu ogun ikki før fyri at halda hann á forsvarligum hátt
Eitt onnur positiv hending fyri felagið í 2021 var,at ogur enn einaferð fingið peningagávu frá einum privatpersóni. Hann lat aftur í fjør felagnum knappar 2000 kr. og tað eri ogur sera sera takksom yvir.
Hetta vóru orðini frá mær. Takk til tikum sum eru møtt upp her í dag og eisini takk til tín Poul at tú enn einaferð játtaði at verða orðstýrari..
Eydna Joensen
Formaður