§ 2. Felagið varð stovnað 27. oktober 1993.
§ 3. Endamál felagsins er at savna føroyingar til gaman og álvara. Høvuðstátturin skal vera, at øll kunnu møtast, óheft av politikki ella átrúnaði.
§ 4. Rætt at gerast limur í felagnum hava fólk, ið eru fylt 18 ár og kunna lúka tær treytir, at:
- tey eru fødd ella uppvaksin í Føroyum
- tey eru í ætt við ella í hjúnarlagi við føroyingar
- tey á annan hátt hava tilknýti til ella hava serligan áhuga fyri Føroyum
- aðalfundurin ger av, um onnur kunna gerast limir.
§ 5. Felagið verður stýrt av eini seksmannanevnd. Felagið verður myndað av formanninum og kassameistaranum, sum hava undirskrivingarrætt í dagliga virki felagsins. Tó verður felagið stýrt av allari nevndini í málum av størri týdningi, sum t.d. keyp, sølu,og upptøku av láni. Um ikki 6 nevndarlimir kunnu veljast, kann felagið verða stýrt av eini 3, 4 ella 5 mannanevnd. À hvørjum árið verður roynt at fáa tali á nevndarlimun upp aftur á 6. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. 3 nevndarlimir eru á vali óstøk ár og 3 støk ár. Tveir tiltakslimir verða eisini valdir á aðalfundinum. Minst fýra føroyingar skulu sita í nevndini og formaðurin skal vera føroyingur.
§ 6. Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember. Til at grannskoða roknskapin verða tveir grannskoðarar valdir í tvey ár, soleiðis at ein er á vali annaðhvørt ár. Grannskoðarin kann ikki vera nevndarlimur.
§ 7. Uppskot kunnu verða løgd fram á aðalfundinum, men uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagið 2 vikur áðrenn aðalfundin. Uppskot til lógarbroyting kunnu bert samtykkjast, um ¾ av teimum frammøttu limunum atkvøða fyri. Boða verður til aðalfundar við lýsing á/í teimum sosialu miðlunum/email limir 3 vikur áðrenn.
§ 8. Aðalfundurin, íð er hægsti mynduleiki felagsins, verður hildin einaferð um árið í fyrsta ársfjóringi við hesari dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra (orðstýrara)
2. Formaðurin greiður frá farna ári
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Viðger av innkomnum uppskotum
5. Ásetan av limagjaldi
6. Val av nevnd og tiltakslimum
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt
§ 9. Eykaaðlfundur kann verða hildin um formaðurin ella 3 nevndarlimir halda hetta vera neyðugt. Somuleiðis kann eykaaðalfundur verða hildin, um ein fimtingur av limunum skrivliga boða nevndini frá, 14 dagar áðrenn.
Uppskot til lógarbroyting frá nevndini §10 Ynskist broytt til fylgjandi:
§ 10 Limaskapur kann teknast ígjøgnum alt kalendaraárið. Fyri at hava atkvøðurætt til aðalfundin, skal limagjaldið vera goldið. Um limir hava børn undir 18 ár, skulu børnini ikki gjalda limagjald, men eru limir við ongum atkvøðurætti.
§ 11. Felagið kann verða niðurlagt, um ¾ av limunum eru til staðar á aðalfundinum og tveir triðingar av teimum frammøttu atkvøða fyri.
§ 12. Um treytirnar í § 11 ikki kunnu lúkast, kann eykaaðalfundur setast ein tíma seinni. Her tekur vanligur meiriluti endaliga avgerð.
§ 13. Um felagið verður niðurlagt, skal allur reiður peningur verða standandi í tvey ár -og tann seinast sitandi nevndin tekur støðu til, hvat síðani skal henda við ognunum.
§ 14. Hesar viðtøkur eru galdandi frá 10.03.2018.