RÆSTKJØTAVEITSLA

So nærkast tað til ræstkjøtaveitsluna, sum aftur hesuferð verður hildin í Sinding Feriecenter og har eru góðir møguleikar fyri yvirnátting


Vónandi síggjast vit tann 11.03 - 2023



JÓLAGUDSTÆNASTA OG JÓLAHUGNI

Leygardagin tann 10. desembur kl. 14,00 verður føroysk gudstænasta í Ellebæk kirkju, Beethovensvej 22, 7500 Holstebro

Borgný Bryinings Hansen sóknarprestur prædikar. 

Aftaná gudstænastuna verður jólahugni, har borðreitt verður við kaffi og køkum kostnaður 25 kr. fyri vaksin, børn ókeypis. Dansa verður um jólatræðið, og jólamaðurin vitjar.

Í hesum sambandi verður høvið at senda jólaheilsur til okkara kæru heima í Føroyum. 

Del siden